Twilight-stjørna í nýggjum filmstrailara

Leikluturin sum vampýrurin Edward Cullen í Twilight-røðini hevur gjørt Robert Pattinson enn meira vælumtóktan hjá kvinnunum.

 

Í eini lýsing fyri nýggjasta filmin, Bel Ami, ber til at síggja Robert Pattinson í frekum senum saman við trimum kendum og vøkrum kvinnum, sum hava høvuðsleiklutirnar í filminum: Christina Ricci, Uma Thurman og Kristin Scott Thomas.

 

Tær tríggjar kvinnurnar eru allar eldri enn Robert Pattinson, men tað sær ikki út til at órógva 25 ára gomlu stjørnuna. Kristin Scott Thomas er 51 ára gomul, Uma Thurman 41, og Christina Ricci er 32 ára gomul.

 

Í nýggja filminum, Bel Ami, spælir Twilight-stjørnan leiklutin sum kvinnudárin Georges Duroy. Handritið er frá fronsku romanini Georges Duroy, ið er skrivað av Guy de Maupassant.