Twilight aftur á pall

Twilight telist millum allarkendastu dansiorkestur í Føroyum og spældi í 1980unum, 1990unum og eisini fyrst í 2000unum til dans kring alt landið, bæði til dansitiltøk og á stevnum.


Seinastu árini hevur tó ikki nógv verið at hoyrt til tað, men nú verður aftur møguleiki at hoyra og uppliva Twilight spæla til dans.


Dansibandsfestivalurin hevur nevniliga kunngjørt, at bólkurin fer á pall aftur, tá festivalurin verður hildin í døgunum 6. og 7. mai.