Tvøroyri steingir dagstovnar fyri veður

Líkt er til, at fleiri taka ávaringarnar um fráboðaða ódnarveðrið í morgin í stórum álvara.

- Veðurforsøgnin fyri í nátt og í morgin, hósdagin 31. januar, ber við sær avlýsingar á eitt nú dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu.

 

Á Tvøroyri vísa tey í dag á, at niðanfyrinevndu stovnar verða stongdir í morgin:

 

* Barnagarðurin Mýrifípan.

 

* Frítíðarskúlarnir hjá Glugganum og frítíðarskúlin hjá 1. og 2. flokki.

 

* Ungdómshúsið, Pakkhús 4.

 

* Ítróttarhøllin í Trongisvági. Her verður einki frítíðarvirksemi í morgin, 31. januar.

 

* Ítróttardepilin við Stórá. Her verður einki frítíðarvirksemi í morgin, 31. januar.

 

* Ruskplássið undir Akurgerði.

 

- Kunnað verður um møguligar broytingar á heimasíðuni hjá okkum og á Facebook-vanganum hjá kommununi, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.