Fríggjadagin 2. oktober vórðu sjey starvsfólk hjá Tvøroyrar kommunu heiðrað á móttøku í býráðssalinum á Tvøroyri.
Hetta vóru starvsfólk, sum hava verið í starvi í ávikavist 15, 20 og 25 ár.
Talan var um fimm starvsfólk í barnagarðinum Mýrifipuni: Bára Strøm (15 ár), Fanny Nielsen (25 ár), Sólfríð West (25 ár), Mikkalina Simonsen (25 ár) og Guðrun Petersen (25 ár).
Tvey starvsfólk í umsitingini vórðu eisini heiðrað, Jónleyg J. Bech (15 ár) og Jennie Debes, dagrøkt/umsiting (20 ár).
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, takkaði starvsfólkunum vegna býráðið og handaði teimum blómutyssi og gávu.
- Naia Mortensen, sum starvast í barnatannarøktini, hevði 40 ára starvsdag í apríl, men hon var burturstødd fríggjadagin, vita tey í Tvøroyrar kommunu at siga.