Tvøroyrar Klubbi skift eigara

Eigaraskifti er farið fram í klubbanum á Tvøroyri.

Síðstu tvey árini hava Tóki Hartmann Niclasen og Diana Nolsøe rikið og átt Tvøroyrar Klubba.

 

Tvøroyrar Klubbi hevur drúgva søgu og telist millum elstu klubbar í landinum.

 

Klubbin hevur frá at vera klubbi, so sum vit kendu tað frá gomlum døgum, ment seg til at verða eitt nútímans spælstað og samkomustað, har fólk finna saman. Klubbin er í dag eitt av fleiri samkomu- og spælistøðum hjá teimum, ið leita sær út í býarlívið á Tvøroyri at hugna sær.

 

Nýggjur eigari er Bjarni Hammer, ið er kendur sum fyriskipari, eittnú i Borgini, ið er gamla TB Húsið, og av LIVA Festivalinum.