Tvøroyrar Býráð bjóðar útlendingum til arbeiðis

Endamálið er at skunda undir frálæruna í føroyskum, so at tey skjótari gerast ein partur í samfelagnum

Tvøroyrar Býráð arbeiðir nú við eini ætlan um, sum skal skunda undir, at útlendskir tilflytarar skjótari gerast ein partur í samfelagnum.

- Tað er eingin loyna, at tá ið útlendingar flyta til Føroya, eru málsligir trupulleikarnir so stórir, at tey mangan føla seg slept upp á fjall, tí tey skilja lítið og einki av tí, sum fer fram rundan um seg, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

 

Samstundis hevur skúlaverkið ikki nakað serligt av undirvísing í føroyskum til tey. Og borgarstjórin heldur, at tey, sum eru rundanum útlendingarnar, sum flyta til Føroya, gera teimum eina bjarnatænastu við at tosa enskt við tey, heldur enn tosa føroyskt.

Men nú arbeiðir Tvøroyrar Býráð við eini ætlan um at bjóða hesum fólki parttíðarstarv á økjum, sum kommunan varar av.

Hesi parttíðarstørv skulu so vara eina ávísa tíð, men endamálið er at skunda undir tilgongdina at læra tey føroyskt, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Hann sigur, at eitt endamál er eisini, at samstundis sum tey læra føroyskt, fáa tey eisini eitt innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin.

Hvørji størv, útlendingarnir fáa, er ikki greitt. Tað verður á arbeiðsplássum, kommunan varar av og tað veldst sjálvandi eisini um, hvørjar førleikar tey hava.

Borgarstjórin dugir ikki enn at siga, nær ein slík skipan verður klár at seta í verk.