Ísamband við at Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF) fyllur 75 ár hósdagin 23. februar 2023, skipar felagið fyri móttøku í Ítróttarhøllini í Trongisvági sunnudagin 26. februar millum klokkan 14.00 og 15.00.
Móttøkan er fyri spælarar - eldri sum yngri, venjarar, hjálparar, foreldur og onnur, ið eru knýtt at felagnum. TBF fer at heiðra eldsálir og fer at vísa fram myndir og lutir, sum felagið eigur.
-Vit bjóða okkurt leskiligt til tey møttu og vóna at síggja nógv andlit í høllini sunnudagin, frættist frá felagnum.











