– Fólk bíðaðu í heilar tríggjar tímar eftir Sabrinu. Fyrsta hon gjørdi, tá hon fekk mikrofonina, var at geva strandingum skyldina
Soleiðis skrivaði Sosialurin eftir konsertina við italsku Sabrinu, sum Stranda Ítróttarfelag skipaði fyri í juni mánaði í 1989. Og blaðið heldur fram:
– Stranda Ítróttarfelag hevði undirskot av konsertini. M. a. tí at millum 200 og 300 fólks atongumerki vóru seld. Tað skal Sabrina tó ikki hava skyldina av.
Italska Sabrina Salerno var fødd 15. mars í 1968 og fyllir fimmti í dag. Hon er kend undir kunstnaranavninum “Sabrina”, sum songkvinna, modell og sjónleikari. Hon er serliga kend fyri lagið Boys Boys Boys (Summertime Love) sum kom á marknaðin í 1987.
Sabrina hevur selt yvir 20 milliónir plátur kring allan heimin og havt 10 altjóða hitt, trý teirra sum nummar eitt.
Við lagnum Boys kom hon á fyrsta pláss í Frankaríki og Sveis og gjørdist nummar 3 í Onglandi.
Hon hevði ein ikki sørt provokerandi hátt at framføra uppá sum gjørdi hana til eitt sex symbol.
Onnur kend løg hjá henni vóru millum annað ”All of Me (Boy Oh Boy)", "My Chico", "Like a Yo-Yo", Gringo, "Siamo donne" og "Call Me".
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videoina Boys.
TRÝST HER fyri lesa frásøgnina í Sosialinum 27. juni í 1989.