Tvørabáturin skutin frammanfyri Páll Fanga

6-mannafarið Tvørabáturin var í dag skutin frammanfyri Páll Fanga

Tvøroyri lá í dag á Páll Fanga, sum vann í Klaksvík.

Endaspurturin var øgiligur, tá ið 6-mannaførini við monnum róðu í Kollafirði í dag. Tvørabáturin var tað mesta av einari hálvari bátslongd frammanfyri avbjóðararnar, tá ið restaðu stívliga hundrað metrar. Men so fór Páll Fangi at ganga, og bara tjúgu metrar frá mállinjuni datt Tvørabáturin afturum. Men í síðstu tøkunum munaði tað meiri hjá tvøramonnum, og á málinum var Tvørabáturin reingina undan klaksvíkingum.

 

Rádni úr Fuglafirði og Jarnbardur úr Róðrarfelagnum Knørri løgdu bragdliga fyri, men tá ið hálvt málið var rógvið duttu teir eitt sindur aftur um teir báðar fremstu.

Páll Fangi vann á norðoyastevnu, tá ið Tvørabáturin var næstfremstur. Tískil er javnt millum hesar báðar bátarnar í FM kappingini.

 

1Tvørabáturin04:47.08  
2Páll Fangi04:47.12  
3Jarnbardur04:49.03  
4Rádni04:50.04  
5Lómur04:51.04  
6Hvessingur04:54.11  
7Herningur04:56.06  
8Gongurólvur05:01.03