Tvørabáturin gjørdi bart

Suðuroyingarnir á Hvessingi vunnu bronsu í dag og FM í kappingini millum 6-mannaførini við monnum

 

Tað vóru suðuroyingarnir, sum orduliga settu tingini upp á pláss, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust í dag. Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað Tvørabátinum at vinna. Talan var um sera tætta og spennandi kapping. Tvørabáturin kappaðist fram ímóti málinum við Sølmund, sum eina løtu hevði stavnin frammanfyri hinar, og við Hvessing og Jarnbard.

 

Á málinum var Tvørabáturin skutin undan Sølmundi, og evarska lítið eitt vet aftanfyri kom Hvessingur á mál.

 

Í FM kappingini er Hvessingurin – mannaður við suðuroyingum - bestur og harvið FM vinnari. Jarnbardur, sum í dag endaði á fjórða plássi, vann silvur í FM kappingini, og sigurin í dag bar við sær, at Tvørabáturin tryggjaði sær bronsukrónurnar í tættari kapping við Sølmund, sum endaði á fjórða plássi í FM kappingini.

 

1Tvørabáturin04:26.19  
2Sølmundur04:27.15  
3Hvessingur04:27.22  
4Jarnbardur04:28.03  
5Rádni04:29.08  
6Gongurólvur04:31.13  
7Lómur04:32.11  
8Páll Fangi04:35.04  
9Smyril04:38.06
1Hvessingur36  
2Jarnbardur32  
3Tvørabáturin23  
4Sølmundur22  
5Páll Fangi20  
6Rádni17  
7Gongurólvur9  
8Lómur7 
9Smyril2  
10Kollfirðingur0