Tað vóru ikki allir partaeigararnir í Atlantsflogi, sum lótu við seg koma, tá felagið tann 7. mars beyð sær til at keypa partabrøvini aftur fyri kurs 210, sum var væl meira, enn virðið tey høvdu á keypsskálunum.
Landsstýririð átti frammanundan triðingini av partapeninginum. Men við við tí partinum, sum Altantsflog sjálvt nú hevur keypt, eigur landið saman við felagnum 94 prosent. Tað merkir, at Vinnumálaráðið ræður yvir meira enn 90 prosentum av felagnum, og tí kann restin av partapeninginum tvingsilsinnloysast. Tað verður nú gjørt.
Felagið heitir nú á partaeigararnar, sum eftir eru, um at avhenda síni partabrøv innan fýra vikur. Prísurin er tann sami, sum hinir partaeigararnir hava fingið, kursurin er 210.
Partaeigarar, sum ikki hava avhent partabrøv síni til Vinnumálaráðið, tá freistin er úti, verða við eini lýsing umvegis telduskipanina hjá Skráseting Føroya bidnir um at avhenda partabrøvini til Vinnumálaráðið. Um tað ikki verður gjørt innan tríggjar mánaðir, verða partabrøvini mett at vera innloyst og verða skrásett í navninum hjá Vinnumálaráðnum, og keypspeningurin deponeraður í BankNordik.