Tvímálsskjúttin vil vinna okkurt gull í ár

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jann Martin Mortensen hjá NSÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr størra partin av samrøðuni Tróndur Arge hevði á Rás2 við tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Jann Martin Mortensen, aftaná 2-1 sigurin hjá NSÌ yvir AB á Argjum, sum gav NSÍ oddasessin aftur, og hartil eitt ólavsøkusteyp frá Tórshavnar kommunu.

 

Tíverri glapp fyrsti parturin av samrøðuna orsaka av manglandi 3G sambandi á Argjum.

 

Jann Martin Mortensen fegnast um málini og endurvunna oddasessin í einum torførum útidysti á Argjum. Jann Martin dylur ikki nú oddastríðið er í gongd í effodeildini, og ein mánaði er til steypafinaluna ímóti Víkingi, at hann vil hava okkurt gull um hálsin hetta kappingarárið.