Fyri lítlari løtu síðani varð dysturin millum ÍF og B36 liðugur. B36 vann 2-1 við tveimum málum hjá tí unga Árna Guldborg Nielsen, sum hevði sína bestu løtu í effodeildini nakrantíð.
Tað var eisini ein fegin tvímálsskjútti Hilmar Jan Hansen fekk orðið á. Hilmar Jan tosaði eisini við Dánjal á Lakjuni hjá ÍF, sum harmaðist um at missa eitt týdningarmikið stig í stríðnum um 4. plássið í effodeildini, sum gevur atgongd til Europa League.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við Dánjal á Lakjuni og Árna Guldborg Nielsen.