Í fleiri ár hevur KJ Hydraulik samstarvað við verksmiðju í Letlandi um skrokkar og stýrhús til tvíkiljur. Skrokkarnir eru úr stáli og húsið úr aluminium.
Eftir at skrokkarnir eru komnir heim til Føroya, verður øll apetering og allar instlatiónir gjørdar í Føroyum, og íroknað er eisini sandblásing, metallisering og máling.
Í fjør bygdi KJ Hydraulik seks tvíkiljur, og aftur í ár eru tvíkiljur í ordra. Vanliga fær verksmiðjan á Kambsdali tvær tvíkiljur heim úr Letlandi í senn.
In.fo var í Fuglafirði í góðveðrinum í dag, tá tann eina tvíkiljan varð koyrd á vogni av havnalagnum í Fuglafirði, gjøgnum bygdina og út á Kambsdal.
Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, fylti tvíkiljan nógv upp á vogninum mitt í býnum í Fuglafirði.