Tað skrivar Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.
Til samanberingar so verður aftur vigað fyrst í mars, soleiðis at fólk kunnu síggja, um februar mánaður hevur givið nakað. Umframt at máta seg, so fáa hesi eitt skjal heim við, har tey kunnu skráseta, hvat tey hava gjørt teir ymsu dagarnar. Tey sum luttaka í átakinum »Virkin Vágur« eru við í lutakasti um ein størri vinning.
Fyrilestrar verða eisini á skránni í februar, eitt nú fer Magni Mohr frá Fólkaheilsuráðnum at hava ein fyrilestur 9. februar.
– Vágs kommuna er ein av kommununum, sum gongur undan á hesum økinum, og Fólkaheilsuráðið er til reiðar at hjálpa øðrum kommunum í gongd við líkanandi átøk, skrivar Fólkaheilsuráðið.
Átakið er partur av ABC fyri sálarliga heilsu.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##