Tveykantaða heimsmyndin hjá Árna Dahl

Árni Dahl hevur skrivað eina politiska viðmerking til nýggju ABC-samgonguna við heitinum “Um 365 ár”.

Innihaldið í greinini hjá Árna er ómetaliga einfalt:

1. Orsakað av “sambandi” er ongin fólkavøkstur í Føroyum, og tjóðin “er dømd at doyggja sum frá líður”.

 

2. Orsakað av “frælsi” er stórur fólkavøkstur í Íslandi og tjóðin blómar.

 

Árni er so fullvísur í síni tveykantaðu heimsmynd, at hann loypir heilt út av tromini: taka vit ikki loysing, kunnu vit akkurát tað sama kunnu leggja okkum at doyggja. Ella við hansara egnu orðum:

 

“Eitt kunnu vit gera okkum púra greitt: Vit kunnu seta í verk kanningar, vit kunnu halda ráðstevnur, vit kunnu skipa fyri “Job-match”, sum tey rópa hetta á nýføroyskum. Vit fáa ongantíð, ongantíð unga ættarliðið heim aftur at byggja upp eitt ófrælst samfelag. Eitt samfelag, sum dúvar upp á samband og olmussu, er dømt at doyggja, sum frá líður”.

 

“Ongantíð, ongantíð”!

“Dømt at doyggja”!

Kann tað vera rotnari og svartari?

 

Sum prógv fyri síni tveykantaðu søgufatan vísir Árni til gongdina í fólkatalinum í Føroyum og Íslandi frá 1870 til nú.

Lat okkum so hyggja at søguligu gongdini. Fyrst 1870, tí tað hevur Árni sjálvur sett sum byrjunarár. Síðani 1918, tí tá fekk Ísland fekk fullveldi – júst ta skipan sum føroyska fullveldissamgongan hjá Anfinn og Høgna 1998-2003 stríddist fyri. So 1944, tá Ísland gjørdist sjálvstøðugt ríki. Og so at enda støðan í dag.

Nú er íslendska fólkatalið 6 ferðir størri enn okkara, so fyri at kunna samanbera gongdina, kunnu vit umframt veruligu tølini seta fólkatalið í báðum londum til index 100 í 1870.

 

 

 

Fólkatalið

 

Index 1870=100

 

Føroyar

Ísland

Føroyar

Ísland

1870

9.990

70.000

100

100

1918

20.300

91.600

203

131

1944

29.000

126.000

290

180

2008

48.500

313.400

485

448

 

 

Í stabbamynd sæst samanberiliga gongdin í indextølunum enn týðuligari.

 

 

 

Av myndini er lætt at lesa:

 

At í tíðarskeiðnum 1870-1918, meðan Føroyar og Ísland vóru í somu ríkisrættarligu støðu, vaks fólkatalið nógvar ferðir meir í Føroyum enn í Íslandi. So neyvan hevur ríkisrættarliga støðan havt nakrað ávirkan á ymisku gongdina í londunum báðum.

At í tíðarskeiðnum 1918-1944, meðan Føroyar vóru eitt dansk amt og Ísland hevði fullveldi, vaks fólkatalið nógvar ferðir meir í Føroyum enn í Íslandi. Tó fara vit – sjálvandi - ikki at konkludera, at ríkisrættarligari støðan var tann avgerandi faktorurin: at tað var nógv gagnligari fyri fólkatalið at vera eitt danskt amt enn eitt fullveldi.

At í tíðarskeiðnum 1944-2008, meðan Føroyar hava sjálvstýri í ríkisfelagsskapi við Danmark, og Ísland er sjálvstøðugt ríki, veksur fólkatalið nógv meir í Íslandi enn í Føroyum. Skulu vit so nú siga tað - mótvegis lærdóminum frá undanfarnu tíðarskeiðunum – at nú er ríkisrættarliga støðan altavgerandi fyri menning og vøkstur í fólkatali? Og ikki hugsa um, at eftir annan heimsbardaga tók ídnaðarliga kollveltingin dik á seg, har náttúruskaptar fortreytir góvu íslendsku ídnaðarmenningini eitt ókeypis og nærum óavmarkað tilfeingisgrundarlag – samanborið við okkara kargu grunnar og dýrtkeyptu orku?

 

Øll sjálvstøðugt hugsandi fólk vita tað, at slík tveykantað svørt-hvít heimsmynd, sum hendan hjá Árna Dahl og øðrum tjóðveldisfólkum, er primitiv avbrongling av politiska veruleikanum. Hann er aldrin so einfaldur svart-hvítur, aldrin so steinrunnin í fundamentalistiskar dogmur. Tíbetur er veruleikin meira samansettur, meira fjølbroyttur, og gevur rúm fyri frábrigdum og nógvum ymiskum møguleikum fyri politiskum atgerðum fyri at røkka felags málum. Júst tað sum eisini eyðkennir pluralistiska ástøðið undir framkomnum fólkaræði.