Tvey yrkingasøvn frá Oddfríði

Forlagið Sprotin hevur gevur út yrkingasøvnini: Eg eri næstur eftir Oddfríði Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftir Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt

Í hesum sambandi verður bókaframløga á Býarbókasavninum fríggjadagin 15. november klokkan 17:00. Oddfríður fer at lesa upp yrkingar aftur við basspæli frá Agnari Lamhauge, og hann fer at hugleiða eitt sindur um upprunan til bæði søvnini. Eisini ber til at ogna sær eitt signerað eintak av báðum søvnunum.

 

- Lagnunnar speisemi rakti yrkjaran sum eitt skot fyri bringuna, tá ið hann fekk ein blóðtøpp í hjartað, beint áðrenn savnið – Eg eri næstur – skuldi gevast út. Henda mest tambaða myndberingin – hjartað – hevur skert fría viljan, tí at lívið má livast við ábyrgd og aga og við tí eygsýnligu vitan, at lagnan ikki spyr eftir, hvar, hvussu og nær okkara streingir slitna. Við hesum blóðtøppi gjørdist yrkingasavnið – Eg eri næstur – veruligari og lívsnærri enn yrkjarin sjálvur vildi.

 

- Savnið fylgir barnaárunum og fram móti degnum í dag. Tey, sum hava verið ein tráður í yrkjarans lagnustýrda neti, verða beinleiðis ella óbeinleiðis flættað inn í yrkingarnar. Ongin veit, nær tín túrur er. Tú er næstur, óansæð um tú vilt ella ikki: næstur at elska, næstur at detta, næstur at vinna, næstur at hittast, næstur at viðurkenna, næstur at reisa teg aftur, næstur at doyggja, altíð ert tú næstur í tínum egna lívi, sigur Oddfríður í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum.

 

Ron Padgett er limur og hevur verið forseti í The Academy of American Poets.

Síðani Ron og kona hansara, Pat, vóru í Føroyum á Listastevnu Føroya í 2001, hevur Oddfríður Marni Rasmussen javnt og samt sitið og týtt yrkingar eftir Ron.

Yrkingarnar eru tiknar úr fýra søvnum: trimum nýggjari og einum savni við úrvaldum, eldri yrkingum. Tær umboða ein yngri og ein eldri Ron. Hansara speiski og skeivi háttur at síggja tilveruna er hansara sermerki.