Tvey vitni avhoyrd fyrrapartin

Onnur er mamma eina av gentunum, sum varð partur av umhvørvinum í Norðdepli tá

Aftur í dag eru avhoyringar í rættinum í sambandi við málið um 16 ára gomlu gentuna, sum doyði í 2012. Fyrrapartin hava tvær avhoyringar verið.

 

Onnur er mamma at einari av gentunum, sum var partur av umhvørvinum í Norðdepli, tá hendingin fór fram. Hon segði, sambært Kringvarpinum, at dótturin hevði fortalt sær, at ákærdi maðurin hevði sagt, at hann hevði gjørt av við hana - eisini hvussu hann hevði gjørt tað. Hetta var í 2016. Vitnið varð eisini avhoyrt í 2019, men tá segði hon ikki hetta, tí tá var hon sannførd um, at unga gentan varð druknað.

 

Hitt vitni var ein onnur genta, sum var partur av umhvørinum, og hon varð avhoyrd uttanlands gjøgnum netið. Hon mintist ikki so nógv, men fútin helt, at hon burdi minst meir, tí hon hevði sagt okkurt til avhoyringarnar av politinum, fortelur Kringvarpið í útvarpstíðindunum.

 

Tað verða aftur avhoyringar seinnapartin í dag.