Í nøkur ár hevur Vaðhorn, sum hevur stórt saltfiskavirkið á Hulki á Strondum, eisini virkað saltfisk í leigaðum hølum á Toftum. Tað er Faroe Origin, ið eigur bygningin, sum Vaðhorn hevur leigað.
Hetta er upprunaliga flakavirkið Nykur, sum undir samfelagskreppuni fyri meira enn 20 árum síðan endaði í sokallaða "mølposanum" og seinni læt uppaftur sum saltfiskavirki undir navninum United Seafood.
Fólk, sum arbeiddu hjá Vaðhorn á Toftum, siga, at eingin hevur fingið uppsøgn, men fólk hava ístaðin fingið tilboð um at halda fram á Vaðhorn á Strondum.
Tey, sum ikki hava tikið av, eru eitt nú farin til Runavíkar at arbeiða á virkinum hjá Faroe Origin, fyrrverandi Lynfrost.
Arbeiðsfólk siga við in.fo, at tey fingu ikki møguleikan at verða uppsøgd, men noyddust sjálvi at siga upp, um tey ikki tóku av tilboðnum at arbeiða á Strondum.
Fyrr í summar kom fram, at Valhalla, sum er pakkivirki á Toftum, hevur keypt fyrrverandi Norðís á Eiði og fer í næstum at flyta sítt virksemi til Eiðis.
Soleiðis verður Nes kommuna nú tvey fiskavirki fátækari, men spurningurin er, um onkur annar kanska fer at reisa virksemi á føtur á hesum báðum virkjunum.
Leystliga mett starvast eini 10-15 fólk hjá Valhalla - og eini 30 starvaðust hjá Vaðhorn á Toftum.