Tvey við fullum stigatali

Manchester United og Paris Saint Germain eru enn ósigraði í Champions League kappingini, meðan ensku meistararnir úr Chelsea í kvøld fingu bank á útivølli í Italia

Manchester United úr Onglandi og Paris Saint Germain eru fyrstu liðini, ið so gott sum hava tryggjað sær víðari luttøku í Champions League kappingini. Á pappírinum kann Manchester United verða yvirhálað, um teir tapa báðar teir síðstu dystirnar í bólkaspælinum, meðan víðari luttøkan hjá Paris Saint Germain er heilt trygg.

 

Tey bæði liðini vunnu í kvøld sínar dystir í Champions League bólkaspælinum, og eru bæði tvey ósigraði eftir fyrstu fýra umførini. Manchester United vann á heimavølli 2-0 móti Benfica, meðan Paris Saint Germain vann heili 5-0 á heimavølli móti Anderlecht.

 

Mest óvæntaðu úrslitini í kvøld vóru í bólki C. Har vann AS Roma greiðan 3-0 sigur móti ensku meistarunum úr Chelsea, meðan Atletico Madrid ógvuliga óvæntað spældi 1-1 javnleik á heimavølli móti Qarabaq.

 

Tað var eisini eitt sindur óvæntað at báðir dystirnir í bólki D endaðu við javnleiki. Í bólki D spældi Barcelona 0-0 javnleik á útivølli í Grikkalandi móti Olympiakos, meðan Juventus spældi 1-1 javnleik á útivølli móti Sporting í Portugal.

 

Úrslitini í kvøld:

Bólkur A:

Basel – CSKA Moskva 1-2

Manchester United – Benfica 2-0

 

Bólkur B:

Celtic – Bayern Munchen 1-2

Paris Saint Germain – Anderlecht 5-0

 

Bólkur C:

Atletico Madrid – Qarabaq 1-1

Roma – Chelsea 3-0

 

Bólkur D:

Olympiakos – Barcelona 0-0

Sporting – Juventus 1-1