Tvey ættarlið mynda ÍF verjuna

Sjáldsamt var tað, at faðir og sonur og mammubeiggi og systirsonur vóru í verjuni hjá ÍF, sum í kuldanum tryggjaði sær trý stig ímóti uppflytarunum í AB, tá ið superveteranurin Bartal Eliasen skoraði sigursmálið fyrstu ferð hann setti fótin undir bóltin

Tað var tætt, og tað var spenn­andi í Fuglafirði leygar­dagin. Spælararnir góvu seg fult og heilt, men kort­ini vóru teir bláir í kulda, tá ið Rói Jacobsen hevði bríksl­að fyri síðstu ferð. Teir skundaðu sær undir tak, og teir á heima­liðnum vóru ovur­fegn­ir, meðan AB spælararnir vóru vón­brotnir.
Einki var at undrast á reaktiónirnar. AB vísti góðan hugburð, og tað eydnaðist miðskeiðis í 2. hálvleiki at svara aftur, eftir at Ari Ó. Ellingsgaard, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, fýra minuttir eftir steðgin hevði lagt heimaliðið framum.
Útjavnandi málið var fint. ÍF álop varð steðgað mitt á vøllinum, og so streyk vinstri vongverjin Beinir Ellefsen ígjøgnum, smekkaði flatt innfyri, og við handara stólpan stýrdi Bjartur Kjærbo bóltin í málið.
Løtu seinni var um reppið, at innskifti Keita legði AB framum. Hann streyk ígjøgn­um eitt sindur til høgru, men úr góðari støðu misnýtti hann, og so var tað, at ÍF skor­aði sigursmálið:
Seks minuttir undan leik­loki varð Bartal Eliasen skiftur inn í álopið, og ein min­utt seinni skoraði hann sigursmálið, tá ið hann í eyðkenda stílinum taklaði bóltin framvið Símun Rógva Hansen og inn um mál­strik­una! Mest eyðsýndi ÍF spælarin var Bogi Reinert Petersen, sum var við í tí mesta.
– Eg eri sera fegin, tí hetta var einki serligur dystur at byrja við. Kanska eru vit mann fyri mann stinnari enn teir, men AB hevur staðið seg væl í venjingardystunum, með­an tað er stutt síðani, at vit allir fóru at venja í felag. Tí var uppgávan tor­før, og tað kennist sum lætti, at vit vunnu, staðfesti veteran­urin í ÍF málinum Jákup Mikkelsen.
Frammanfyri 42 ára gamla ÍF málverjan var son­ur hansara, Poul Nolsøe Mikkelsen í ÍF miðverjuni. 19. apríl verður hann 18 ár, og í sín­um fyrsta dysti á besta ÍF lið­num stóð hann seg væl:
– Undan dystinum kendi eg eitt sindur til nervar, men meðan vit spældu, so kendi eg tað sum um, at tað gekk væl, segði unglingaspælarin, sum undan hesum kapp­ingar­árinum flutti úr KÍ og til Fuglafirðar. Ivaleyst er tað meiri enn sum lundi á jóla­nátt, at faðir og sonur eru á sama liði og á hægsta støði.
Jan Ó. Ellingsgaard er kom­in aftur av flatlondum og mannaði vinstra vong­verja hjá ÍF. Hinir báðir í ÍF verjuni vóru tvey ættarlið í somu familju. Veteranurin í miðverjuni, 30 ára gamli Høgni Zachariassen, hevði systir­sonin saman við sær í verjuni. 19 ára gamli Leivur Joensen var fyri fyrstu ferð vong­verji í høgru, og hann vísti gott hegni.
Ari Ó. Ellingsgaard setti hol á fyri ÍF fýra min­uttir eftir steðgin, og tað var inngangurin til 40 min­uttir, sum endaðu vit 2-1 heima­sigri:
– Hetta var ikki gott, tí vit stríddust og okkara vístu góðan hugburð. Men vit vóru ikki nóg disipliner­aðir í avgerandi løtum. Tað kostaði, og so var tað ógvu­liga óheppið, at vit longu í 1. hálvleiki orsaka av skaða mistu tveir spælarar, stað­festi Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, sum sipaði til Mikkjal Hentse og Leivur Holm Joensen.