Reyði Krossur takkar hjartalga øllum, sum higartil hava latið brúkt klæðir at senda neyðstøddum.
Dansk Røde Kors hevur boðað frá, at 8. oktober vórðu 60 tons av klæðum send til Sibiriu, og av hesum vóru tvey tons úr Føroyum.
Sama dag, sum Dansk Røde Kors avskipaði tey seks tonsini, kom seinasta sendingin av brúktum klæðum frá Reyða Krossi Føroya. Tað vóru 1,45 tons av góðum brúktum klæðum.
Eisini til Tatjikistan
P/F Skipafelagið Føroyum stóð fyri flutninginum til Danmarkar, og Reyði Krossur Føroya hevur fingið upplýst, at hesi klæðini er ætlanin at senda til Tatjikistan.
Alheimsfelagsskapurin av Reyða Krossi og Reyða Hálvmána boðar frá, at enn er tørvur á nógvari hjálp í vetur, bæði klæðum og pengum.
Øll kunnu hjálpa
Reyði Krossur Føroya tekur ímóti allari hjálp, brúktum heilum og reinum klæðum, pengum ella tíni persónligu hjálp.
Hevur tú hug at hjálpa, so kanst tú seta teg í samband við Reyða Kross á Bryggjubakka 10 ella ringja 19630, fax 11217, komandi mikudag kl. 19 til 21 ella hósdagin 16.30 til 17.30.
Reyði Korssur takkar fyri hjálpina, sum er komin, og sigur annars, at tað er so nógv, sum fólk kunu hjálpa við, uttan at brúka nógva tíð, hvar tey enn búgva í Føroyum.
Móttøka mánadag
Samskipararnir hjá Reyða Korssi Føroya, Doris Tróndarson og Jóhanna Garðshorn, hava skipað so fyri, at Reyði Krossur tekur ímóti klæðum mánakvøldini 20. og 27. okt. mánakvøldini 3. og 17. nov. kl. 19-20.
Bøkur
Reyði Krossur hevur eisini eina innsavningarskipab av bókum, sum ætlanin er at selja fyri at skava nakað av peningini saman.
Súsanna Joensen og Laura Vinther standa fyri hesum arbeiðinum.
Lutaseðlasøla
Reyði Korssur Føroya fer í næstum undir at selja lutaseðlar við fleiri vinningum, er ímillum føroyskt bygt 5-mannafar til árar og segl.