Bert 11.000 krónur eru á muni millum tey bæði tilboðini upp á havnina í Skúvoy, sum Landsverk lat upp á miðdegi. Støða skal nú takast til innkomnu tilboðini. Tað vóru J&K Petersen, ið høvdu lægra boðið, 2.599.994 krónur, og tað var 11.000 krónur lægri enn boðið hjá Articon, ið ljóðaði upp á 2.610.975 krónur.
Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini, boðar Landsverk frá.