Tvey tilboð um oljuleiting í Íslandi

Tvey feløg hava boðið sær til at leita eftir olju á Drekaleiðini í íslendskum sjóøki Seinnapartin bleiv kunngjørt, at feløgini Aker Exploration og Sagex Petroleum, sum íslendingar eiga ein fimmtapart av, eru sinnað at leita eftir olju á Drekaleiðini, sum er í landnyrðing úr Íslandi. Tilboðið hjá Sagex Petroleum er latið inn í samstarvi við Lindir Petrolium.

Íslendsku myndugleikarnir hava býtt Drekaleiðina sundur í meiri enn 100 økir, sum vórðu boðin út, soleiðis at feløg kundu bjóða upp á tvey øki í part.

Orkustovnurin í Reykjavík fer nú at kanna tilboðini, og væntandi fáa feløgini svar í oktober. Í fyrsta umfari verður talan um tólv ára leitiloyvi, sum kunnu leingjast við fýra árum og síðani 30 ára vinuloyvi, skrivar Vísir.