Tvey starvsfólk hjá kinesiska telerisanum Huawei eru víst úr Danmark, eftir at arbeiðsloyvini eru kannað.
Tað váttar Københavns Politi fyri tíðindastovuni Ritzau, eftir at fleiri altjóða tíðindastovur hava borið tíðindini.
– Hósdagin gjørdi Københavns Politi eina vanliga kanning hjá viðkomandi felag. Tað førdi til, at fýra persónar vórðu skuldsettir fyri brot á ásetingarnar í útlendingalógini um uppihald og arbeiði.
– Udlændingestyrelsen hevur síðani gjørt av ikki at fara víðari við tveimum av málunum. Hinir báðir persónarnir eru vístir av landinum, upplýsir danska løgreglan.
Huawei er nógv umrøtt í hesum døgum, tá fleiri fregnartænastur og stjórnir í Vesturheiminum hava ávarað um, at felagið kann vera ein trygdarváði vegna sín kinesiska uppruna og tilknýti til kinesiska statin.
Spurdur um útvísingarnar hava nakað tilknýti til hetta svarar talsamðurin fyri Københavns Politi:
– Avgjørt ikki!
Í Danmark er Huawei valt sum samstarvsfelagi hjá TDC, tá tað snýr eg sum nýggja farnetið 5G. Tað hevur fingið fleiri politikarar – og fregnartænastur – at geva ilt av sær.
– Tað er løgið, um øll onnur skulu misskilja Huawei, og tað bara er Danmark, sum hevur rætt í mun til, at eingir trupulleikar eru, segði Lisbeth Bech Poulsen úr SF í síðsta mánaði.
Í 2018 upplýsti Center for Cybersikkerhed, at tey eru varug við møguligu trupulleikarnar við Huawei.
Í einum svari í Fólkatinginum hevur verjumálráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, úr Vinstra sagt:
– Eg eri væl nøgdur við, at fregnartænastan hjá verjuni og Centor for Cypersikkerhed eru varug við tann dynamik, sum er millum kinesiska statin og kinesisk virki sum Huawei.
– Hetta snýr seg serliga um avbjóðingarnar við trygdini fyri okkara undirstøðukervi, sum kann vera í hesum sambandi.
– Vit skulu sjálvandi kunna vera heilt trygg við útlensk feløg, sum eru veitarar til danska telenetið.
Fyribils heldur TDC fram við samstarvinum við Huawei. Síðani 2014 hevur Huawei staðið fyri raktstri, viðlíkahaldi og veiting av útgerð til farnetið hjá TDC.
/ritzau/










