Tvey størri innbrotsmál uppklárað

Kriminaldeildin hjá løgregluni í Havn upplýsir, at tvey innbrotsmál eru uppklárað um vikuskifti. Annað var innbrotið í eini hús í A.C. Evensens gøtu, og hitt er eitt mál, har ein maður í fýra umførðum hevði brotið inn í FK í Hoyvík

Um vikuskiftið hevur kriminaldeildin hjá løgregluni gjørt eitt ordans hál og uppklárað tvey innbrotsmál, sum hava verið.

Tey bæði málini, talan er um, eru eitt innbrot, sum varð framt í seinastu viku á eini hús í A.C. Evensensgøtu í Havn, har sprutt, málningur og innbúgv fyri millum 60 og 90 túsund krónur varð stolið. Hitt er eitt mál, har talan er um fýra ymisk innbrot, har tilsamans er stolið fyri fitt av peningi í sigarettum, umframt nakað av vekslipeningi.


Fjáltur kom á innbrotstjóvar

Í málinum um innbrotið í A.C. Evensensgøtu hevur løgreglan handtikið og avhoyrt fimm mans í aldrinum millum 16 og 20 ár. Teir hava allir játta seg sekar í at hava brotið inn í húsini á A.C. Evensensgøtu, og at hava stolið sprutt, ein málning og eitt virðismikið B&O annlegg, sum tilsamans hevði virði á millum 60 og 90 túsund krónur.

Eingin av teimum skuldsettu eru kenningar hjá løgregluni fyri innbrot, men ein av teimum er kendur hjá løgregluni fyri okkurt annað. Teir eru nú allir skuldsettir fyri innbrotið.

Undir avhoyringunum kom millum annað fram, at nakað av tí, teir høvdu stolið, eftir øllum at døma skuldi vera grýtt á sjógv í Gomlu Hoyvíkini. Løgreglan fekk dykkarar at koma á staðið, har hetta skuldi vera grýtt á á sjógv, og staðfest var, at teir talaðu satt.

Dykkararnir funnu hátalarar á staðnum, og at innbrotstjóvarnir høvdu gjørt av at grýta hetta á sjógv kundi bent á, at fjáltur mundi vera komin á teir, og at teir tí valdu at sleppa sær av við hesar.

Men lítið hjálpti, tí teir eru nú funnir og skuldsettir.

Teir hava allir játta seg sekar í innbrotinum, og kriminaldeildin sær nú málið sum endaliga uppklárað.


Brotið inn fýra ferðir

Umleið klokkan tvey náttina til fríggjadagin fekk løgreglan boð um, at ein innbrotstjóvur hevði brotið seg inn í FK í Hoyvík. Løgreglan fór beint á staðið, og ein maður varð eltur av løgregluni, sum var á veg vekk av staðnum. Okkurt um 10 minuttir seinni varð hann fangaður og tikin við á støðina til avhoyringar.

Tað vísti seg so, at hesin 50 ára gamli maðurin var innbrotstjóvurin, men eisini at hetta innbrotið, har hann varð tikin á búri, ikki varð einasta innbrotið maðurin hevði framt.

Undir avhoyringunum kom tað fram, at hesin sami 50 ára gamli maðurin í trimum øðrum førum hevur brotið inn á sama staði, og at hann hevði stolið rættiliga nógvar sigarettir, umframt at hava tikið nakað av vekslipeningi.

Hesin maðurin er nú skuldsettur fyri øll fýra innbrotini, og kriminaldeildin sær málið sum endaliga uppklárað.