Tvey stórmál leggjast fyri tingið í dag

Í dag er ein áhugaverdur dagur í Løgtinginum

Tingfundur byrjar klokkan 11 í morgun og á skránni eru trý mál, umframt, at framløga er. Tvey uppskot verða løgd fyri tingið í dag, og tað eru uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipanina og uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipanina. 

 

 

Hesi bæði hava fingið nógva umrøðu í almenninginum og nú verður tað also politiska skipanin, sum skal kjakast víðari um stórmálini. 

 

 

Uppskotini eru borin løgtinginum innan freistina, so tey kunnu leggjast fram í dag. Umframt hetta skal løgtingið í dag viðgerða, um Glasir skal hava meira pengar.