Tvey smærri línuskip eru á Føroyabanka

- Vit vænta, at nakað verður av útróðri í næstu viku, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur.

Eitt størri ísfiskalínuskip og tvey smærri eru í løtuni á Føroyabanka.

 

Eitt ísfiskalínuskip er eisini á Íslandsrygginum og kemur helst inn at landa í næstu viku.

 

- Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu og so nakað av svartkalva, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Í løtuni eru eisini fýra frystilínuskip undir Føroyum, og trý eru til fiskiskap á Flemish Kap.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og veðrið sær út til at gerast gott.

 

- So, vit vænta, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur, verður lagt aftrat.