Danska blaðið Jyllands-Posten visti í gjár at siga, at danskir vísindamenn hava nýtt nýggjan og kollveltandi hátt at frukta egg hjá kvinnum, ið annars eru í vanda fyri at fáa barn við Cystiskari Fibrosu.
Fyri fyrstu ferð í danmarkarsøguni eru børn fødd ? enntá tvíburðar ? eftir at granskarar hava tikið eggini hjá kvinnuni út og skiltu sjúku eggini burtur, tí foreldrini bóru ótta fyri at fáa enn eitt barn við lungnasjúkuni Cystisk Fibrosa.
Royndir
Føðingin av tvíburðunum er úrslit av fimm ára granskingarætlan, sum Fertilitetsklinikken á Sjúkrahúsinum í Skejby byrjaði í februar í 1999.Har hava tey loyvi at fremja genetiskar eggjaroyndir á kvinnur, sum eru í vanda fyri at føða barn við arvaligum sjúkum, ið geva svár brek og vanda fyri deyða á ungum árum.
Sum tíðin líður vóna granskarar, at teir eisini fáa møguleika at avdúka sjúkur, ið ikki eru so arvaligar, við nýggja kanningarháttinum sum grundarlag. Yvirlæknin Jakob Ingerslev, metir, at hetta er at fara um mørk, ið vit áður ikki eru farin um.
? Tí mugu vit hava viðgerðina í stuttum tjóðri eina tíð. Men eg meti kortini ikki, at ein stendur seg best við at gera viðgerðarháttin frían. Óttin fyri, at ein og hvør velur henda viðgerðarhátt er ógrundaður, tí í veruleikanum er talan um krevjandi viðgerð.
Hann vísir aftur, at eggjaskiljingin er fyrsta stig móti rasureinføri.










