Tvey smærri frítíðarfelag fáa nú tak yvir høvdið

Men býráðslimir eru ikki heilt samdir um, hvar tað skal vera

Nú fáa tveir av smærru frítíðarfelagsskapunum í Havnini síni egnu høli at vera í. Tað eru tey bæði motorsúkklufeløgini, nevniliga Harley Davidson felagið og hitt motorsúkklufelagið, MC felagið, sum nú fáa tak yvir høvdið.

Og tey verða grannar úti við vinnuøkið á Velbastaðvegnum, har tey fáa eitt stykki upp á einar 800-900 fermetrar, sum felagshús kann setast á.

Politikarar eru samdir um ætlanina, og summir halda eisini, at tað er positivt, at eisini felagsskapir, sum ikki hava við bólt at gera, eisini fáa góðar umstøður at virka undir.

Men politikarar eru ikki heilt samdir um staðsetingina, tí summir býráðslimir halda, at felagshúsini skulu vera uppi við gamla vatnbrunnin undir Gráasteini, men aðrir býráðslimir vænta ikki, at grannarnir við Gráastein, og har um vegir, fara at vera fegnir um at hava motorsúkklur buldrandi framvið dagin langan..