Ein kvinnuligur dómari og ein rættarskrivari vórðu skotin í einum rættarsali í belgiska høvuðsstaðnum Bruxelles fyrrapartin. Sagt verður, at drápsmaðurin slapp til rýmingar til gongu, og at løgreglan leitar eftir honum.
Belgiski løgmálaráðharrin, Stefaan De Clerck, sigur við fjølmiðlarnar, at dómarin og rættarskrivarin vórðu skotin undir einum rættarmáli. Hann dugir tó ikki at siga, hvat fekk mannin at skjóta.
Løgmálaráðharrin ásannar, at tilburðurin er eitt dømi um, at trygdin í dómhúsunum er ikki nóg góð.