Seinasta mánadag varð Tananger, sum er eitt ro-fo skip, skrásett í FAS. Skipið er til støddar 4636 bruttotons, er 93,3 metrar langt og 16,5 metrar breitt Í summar bleiv Nordkinn skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini. Tananger er sostatt annað skipið, ið Sp/f Skipafelagið Nor-Lines letur skráseta í FAS. Tananger siglur í rutu millum Noreg, Ongland og Týskland.
Í dag, 2. des. er enn eitt skip skrásett í FAS. Hesaferð er talan um eitt svenskt tangaskip Alice, hvørs eigari er Sp/f Gotland Shipping.
Alice er tangaskip bygt í Turkalandi í 2005. Skipið er til støddar 4859 bruttotons, er 112 m langt og 17 m breitt.
Sambært stjóranum í svenska móðurfelagnum Rederi AB Gotland, Jan-Erik Rosengren, meta tey FAS sum eitt spennandi alternativ. Svenska sjóvinnu tíðarritið Shipgaz skrivaði í farnu viku at tað er væl hugsandi, at systirskipið hjá Alice, Red Teal, eisini verður skrásett í FAS?.
Stjórin í FAS, Tommy Petersen, var í farna mánaði í Svøríki og hevði fundir við fleiri reiðarí, umframt advokatar og bankar.
- Tað sýnist sum um, at áhugin fyri FAS millum svenskar reiðarar er rættiliga stórur, og vit koma uttan iva at síggja onnur svensk skip í nærmastu framtíð, sigur Tommy Petersen.
Tórshavn, hin 2. des. 2009 Føroya Altjóða Skipaskráseting FAS