Tvey skip landa svartkjaft í Íslandi

Finnur Fríði landaði 2600 tons av svartkjafti í Vestmannaoyggjunum ígjár, og Fagraberg er á veg til Íslands við 3000 tonsum. Fyrstu svartkjaftalastirnar í hesum árinum verða lagdar upp í Íslandi. Í gjár landaði Finnur Fríði 2600 tons í Vestmannaoyggjunum, og í dag er Fagraberg á veg til Íslands við 3000 tonsum.

Finnur Fríði fór út 2. jólakvøld, og eisini Fagraberg fór til fiskiskap millum jól og nýggjár. Bæði skipini hava roynt í føroyskum sjógvi, suður av Munkagrunninum.