Tað er rættiliga nógvur vindur í kvøld, og hann fer at veksa vindin enn meiri seinni. Tað hevur fingið Strandferðslunat avlýsa sigling bæði í kvøld og í morgin ári.
Í hesum sambandi siglur Smyril ikki suður av Havnini í kvøld nú klokkan 21.15 í kvøld og sostatt siglur hann heldur ikki fyrsti túrin av Krambatanga í morgin ári klokkan seks. Næsta túrur hjá Smyrli verður sostatt av Havnini klokkan 8.30 í morgin ári, og restina av degnum verður siglt eftir ferðaætlanini.
Eisini Teistin hevur avlýst seinasta túrin í kvøld. Hann fer síðsta túr úr Skopun nú klokkan 20.40 og av Gomlurætt kl. 21.20 í kvøld, og so verður tann seinasti túrurin ikki sigldur.