Fyri nøkrum mánaðum síðani boðaði Mærsk Supply Service frá, at teir fóru at umleggja flotan, ið innibar eina minking í skipaflotanum og í manningum. 400 fólk skuldu sigast úr starvi.
Tað hevur eisini rakt føroyingar, ið sigla við felagnum. Í oktober bleiv upplýst, at 19 føroyingar høvdu fingið boð um uppsøgn.
Les eisini: 19 føroyingar uppsagdir
Eftir ætlan skuldu upp til 20 skip seljast. Higartil eru seks skip seld til Turkalands og nú eru tvey skip seld afturat, so samlaða talið er komið uppá á átta skip.
Tvey tey seinastu at fara eru Maersk Chancellor og Maersk Beater. Tey eru bæði seld til Turkalands, men keyparin er enn ókendur. Tað skriva Antares á heimasíðu sínari.
Tað eru fleiri orsøkir til umleggingina hjá Mærsk Supply Service. Millum annað er tað vegna væntandi handilsmøguleikar, manglandi eftirspurningur í oljuvinnuni og eitt ov stórt útboð av skipum í flotanum.