Tvey sigandi keyp í Premier League

Premeir League: Steven Gerrard og Newcastle eru omaná

Mynd: (Aston Villa) Lucas Digne

Tvey sigandi keyp í Premier League eru kunngjørd í dag. Aston Villa hevur keypt Lucas Digne frá Everton, og Newcastle hevur keypt 30 ára gamla Chris Wood frá Burnley.

 

Aston Villa hevur í dag kunngjørt aðru tilgongdina í vikuni. Fyrst bleiv Phillipe Coutinho leigaður úr FC Barcelona, og í dag hevur Aston Villa kunngjørt keypið av Lucas Digne frá Everton.

 

Sermerkt við keypinum er, at Lucas Digne hevur fyri kortum longt sáttmálan við Everton, og hevur verið mettur sum ein av teimum stinnastu á liðnum. Aston Villa og Everton tykjast javnt sterk, og tí tykist tað sum, at Aston Villa hevur munin eftir tvær tilgongdir, meðan Everton er í kreppu.

 

Eisini keypið hjá Newcastle – tann 30 ára gamli Chris Wood – er eitt sigandi keyp. Newcastle hevur keypt áleyparan frá kappingarneytunum úr Burnley. Fleiri av viðmerkt, at Newcastle bara keypir Chris Wood, fyri at gera Burnley veikari. Bæði eru undir niðurflytingarstrikuni.

 

Sæð við øðrum eygum, so vísur hetta eisini, at pengar er ikki alt. Newcastle hevur ríkastu eigararnar í fótbóltsheiminum, men endar við at keypa 30 ára gamla Chris Wood.

 

##med2##

 

Mynd: (Aston Villa) Lucas Digne