Tvey sekund á vøllinum


Álopsspælarin, Lee Todd, sum spælir við Cross Farm Celtic í skotsku amatørdeildini, varð um vikuskiftið rikin av vølli, bert tvey sekund eftir at dysturin varð blástur ígongd.

Dómarin, Peter Keartes, blásti dystin í gongd, og Todd hevði hesa viðmerking til floytingarlag hansara.

- Fuck me, that was loud.

Dómarin steðgaði tí dystinum og gav honum reyða kortið. Eftir dystin segði Todd seg vera skelkaðan um tilburðin, og helt annars, at hetta var heilt ótrúligt.