Tvey samgongufólk manglaðu í tinginum

Um øll samgongufólk høvdu møtt á tingfundinum týsdagin, so hevði samgongan ikki havt tann trupulleikan, hon hevur, nú andstøðuuppskot varð samtykt við aðru viðgerð týsdagin. Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum og Rodmund Nielsen úr Fólkaflokkinum møttu ikki á tingfundinum. Høvdu tey verið til arbeiðis hendan dagin, so hevði samgongan ikki komið í minniluta – treytað av, at tey atkvøddu, sum samgongan vildi.

Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum var heldur ikki á fundi. Møta øll tingfólk á fundinum í dag, so hevur samgongan meiriluta, hóast Eivin Jacobsen og Miðflokkurin atkvøða við andstøðuni.