Tvey sambýli við Skálafjørðin skulu steingjast

Tað eru ov nógv búpláss til taks, so talið á búplássum skal skerjast

Tvey sambýli á Skálafirði skulu nú latast aftur.

 

Tað er niðurstøðan hjá leiðsluni fyri eldratænastuna við Skálafjørðin.

 

Mary í Garði, sum er leiðari fyri Skálafjarðarsamstarvið, upplýsti á borgarafundi í gjárkvøldið, at  tilsamans hava tey 101 búpláss í eldrasambýlum í teimum trimum kommununum í samstarvinum, Runavíkar Kommunu, Nes Kommunu og Sjóvarkommunu.

 

Harafturat stendur eitt nýtt sambýli á Strondum, sum ongantíð er tikið í nýtslu, og har er pláss fyri 10 búfólkum.

 

Eini 10 av teimum 101 búplássunum, sum nú eru í nýtslu, eru upptikin av fólki úr øðrum eldraøkjum, men tey hava fingið ábendingar frá hinum økjunum um, at tað talið fer at minkað.

 

Samstundis  vísir seg, at tað eru støðugt eini nøkur pláss, sum standa tóm, samstundis sum at summi av sambýlinum er í gomlum bygningum.

 

- Sum støðan er nú, hava vit støðugt eini seks, átta pláss, sum standa tóm, sigur Mary í Garði. 

 

Tískil er ætlanin at skerja talið á búplássum við átta plássum, soleiðis at tað framyvir vera 93 búpláss til eldri á sambýlum og á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi.

 

Í hesum sambandi er ætlanin at niðurleggja heimið fyri minnisveik á Mýrunum, har átta pláss eru.

 

Tey plássini skulu flytast á Eysturoyar Ellis- og Røktarheim, har ein deild fyri minnisveik er frammanundan.

 

- Sostatt verður verða økið fyri minnisveik savnað á einum staði, men afturfyri vera nøkur røktarheimspláss á Ellis- og Røktarheimið, so niðurløgd, sigur Mary í Garði.

 

Men samstundis er ætlanin at niðurleggja tey sjey plássini á sambýlinum í Skála, sum er ein gamal bygningur, og at flyta búfólkini á sambýlið á Strondum, sum er nýtt, men sum ongantíð er tikið í nýtslu.

 

Mary í Garði sigur, at sum støðan er nú, er at kalla ongin bíðilisti eftir at fáa búpláss.

 

Hon vísir eisini á, at her er ikki talan um eitt sparitiltak sum so, men um at skerja ein yvirkapasitet burtur. Peningurin, sum verður spardur við at skerja talið á búplássum, skal brúkast til at styrkja heimatænastuna við, so at heimahjálpin, heimasjúkrarøktarfrøðin, og aðrar heimatænastur, verða mentar.

 

Leiðarin fyri Skálafjarðasamstarvi, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Nesi, sigur, at enn er talan bara um eitt tilmæli frá leiðsluni og at nevndin fyri samstarvið fer nú at taka støðu til tað.