Fýra teir seinastu dystirnar er NSÍ farið av vøllinum uttan at vinna. Hetta kostaði herfyri venjaranum starvið, og nú hava spælararnir hjá NSÍ eitt mál fyri framman teir vilja venda gongdini.
- Tríggir av teimum fýra dystunum, sum vit hava tapt, hava verið toppdystir, og tann fjórða var eftirvirkningur av teimum tapunum. Eg havi ikki roynt at tapa fýra dystir á rað við NSÍ áður, og nú ræður bara um at fáa vent gongdini, sigur Jens Martin Knudsen.
NSÍ hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin ímóti GÍ sunnudagin. Pól Thorsteinsson manglaði seinast, men hann hevur sitið leikbannið av sær.
GÍ hevur ikki vunnið í Formuladeildini í tríggjar mánaðir, og har hungra spælararnir sanniliga eisini eftir einum sigri. Seinast tapti GÍ greitt fyri HB á heimavølli, og nú spæla teir truplan útidyst í Runavík.
Símun Louis Jacobsen er tøkur aftur, men Magni Jarnskor hevur nú leikbann.
Hagtølini siga, at GÍ sjáldan vinnur í Runavík. Seinast GÍ vann við Løkin var í 2001, men verður hugt eftir tølunum fyri seinastu 10 árini vísa tey, at NSÍ hevur vunnið fýra ferðir, meðan GÍ hevur fingið javnleik fýra ferðir.