Tvey reyð kort í Gundadali

1. DEILD: Sigur á útivølli ímóti B36 ber við sær, at B71 framvegis hevur møguleika at røkka heiðursmerkjaplássi

Tijani Mohammed skoraði fyrsta B71 málið í 3-1 sigrinum í Gundadali í kvøld. Hann hevur nú skorað 10 mál í ár

Í kvøld vann B71 3-1 á ovara vølli í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36. Hálvleiksstøðan var 1-1. Sigurin ber við sær, at B71 er á fjórða plássi við 43 stigum, nú tað resta trý umfør. Tað eru trý stig fram til Víking, átta stig fram til TB og níggju stig fram til ÍF.

 

Í trimum teimum síðstu umførunum er skráin hjá B71: TB (h), Undrið FF (ú) og B71 (ú).           

 

Stórt korter var farið, tá ið Tijani Mohammed legði B71 á odda 1-0. Hann er nú saman við Jónas Warner toppskjútti hjá B71 við 10 málum. Tíggju minuttir undan steðginum javnaði B36. Málskjútti var Mikkel Richardt Mortensen, sum fyri triðju ferð í ár var málskjútti.

 

Eitt lítið korter eftir steðgin sá Sámal Jákup Jacobsen hjá B36 gula kortið fyri aðru ferð, og so var árstalsfelagið undirmannað í ein stóran hálvan tíma.

 

Jónatan Kjærbo legði B71 framum 2-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hetta var fimta málið hjá honum í ár. Tá ið Rani Berg í Soylu hjá B36 sá reytt, var heimaliðið síðsta stóra korterið 9 ímóti 11. Seks minuttir undan leikloki staðfesta James Michael Drye 3-1 B71 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá amerikanska James Michael Drye, síðani hann eftir ársskiftið flutti til B71.

 

B36 er á áttanda plássi við 24 stigum. Um eina viku fer B36 at spæla á útivølli ímóti NSÍ, sum er á níggjunda plássi við 15 stigum.

 

Tijani Mohammed skoraði fyrsta B71 málið í 3-1 sigrinum í Gundadali í kvøld. Hann hevur nú skorað 10 mál í ár