Tað var grannauppgerð á Tórsvølli seinnapartin, tá ið teir næstbestu hjá B36 høvdu vitjan av AB.
Úrslitið var 2-2. Í hálvleikinum var 1-1.
Gilli Samuelsen legði B36 á odda 1-0, tá ið eitt stórt korter var farið, og Bartal S. Peteresen javnaði til 1-1, tá ið ein stórur hálvur tími var farin, og hann setti bóltin í málið við brotssparki.
Bartal S. Peterssen var aftur upp á spæl, tá ið ein tími var farin, og hann aftur umsetti brotsspark til 2-1 AB leiðslu.
Síðstu smáu tíggju minuttirnir vóru rættiliga hendingarríkir. Ragnar Skála hjá AB sá í 82. minutti gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini tað reyða, og tríggjar minuttir seinni javnaði B36 til 2-2. Málskjútti var fyrrverandi AB spælarin Hans Jákup Annfinsson, sum var skiftur inn, tá ið tað restaðu smáir 20 minuttir. Hann umsetti brotsspark til mál og 2-2.
Ein minutt eftir útjavnandi málið sá Bartal S. Petersen hjá AB gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru tað síðstu lítlu løtuna níggju argjamenn ímóti ellivu B36 spælarum.
Hóast teir vóru so dyggiliga undirmannaðir, so vóru tað argjamenn, sum síðstu løtuna í fleiri førum vóru um reppið at skora sigursmálið.
Bæði AB og B36 hava fýra stig.
Í fimta umfari fær AB vitjan av Víkingi, og B36 fær vitjan av NSÍ.