Ímynda tær at missa tín tvey ára gamla son tí tveir skúlanæmingar drepa hann.
Bretska Denise Fergus nýtist ikki at ímynda sær hetta, í 1993 bleiv tvey ára gamli sonurin hjá henni, James Bulger, dripin av tíggju ára gomlu Robert Thompson og Jon Venables.
Tíðindini um morið, sum var framt av tveimum ungum skúlanæmingum, bleiv tosað um runt allan heimin. Í 2018 bleiv syrgiliga hendingin gjørd um til ein film, sum nú er tilnevndur ein a Oscar heiðursløn, filmurin eitur Detainment.
Denise Fergus fór beint á sosiala miðilin Twitter at viðmerkja tilnevningina.
- Eg havi ikki orð fyri hvussu ill og kedd eg eri yvir, at hesin so kallaði filmur er gjørdur og nú er tilnevndur eina Oscar. Eitt er at gera ein slíkan film uttan loyvi frá familjuni hjá James, eitt annað er fáa eitt lítið barn at spæla teir síðstu tímarnir av lívinum hjá James áðrenn hann bleiv dripin, og samstundis fáa meg og mína familju at uppliva pínina aftur og aftur.
Denise Fergus hevur áður roynt at steðga framleiðsluna av filminum og hevur eisini eggja Oscar-Academy at lata veriða við at tilnevna stuttfilmin. Hon fekk enntá 90.000 undirskriftir sum stuðlaðu hennara átaki móti filminum, men tað hevur ikki nytta nakað tí filmurin er nú tilnevndur.
Framleiðarin av filminum, Vincent Lambe, hevur biði um umbering fyri at hann ikki spurgdi familjuna um loyvi fyrst, men annars er hann ósamdur í kritikkinum av filminum. Fólk vilja verða við at filmurin ger morðini menniskjalig og at tað er trupult at venda sær burt frá kensluni sum filmurin kemur við.
- Filmurin roynir ikki at koma við umskylningum til hesar forferdeligu hendingarnar, jú filmurin hevur fingið ágang fyri at gera mordararnar for menniskjasligir, men um vit ikki kunna góðtaka, at tað eru menniskju, sum hava framt hetta, kunna vit aldrin skilja hvat tað er sum eggjaði til at fremja slíka gerð, sigur Vincent Lambe.
Báðir drongirnir, Robert Thompson og Jon Venables, fingu dóm fyri morðið á tvey ára gamla James Bulger.
Síggj trailaran til filmin her.









