Børn
Tíðliga kom veiðihugurin.
Á myndini, vit síggja saman við hesum greinastubbanum, hevur tveyára gamli smádrongurin fingið um halan á nøkrum kettlingum, sum hava snýkt seg út um. Hann heldur fast, so her nyttar eingin góða ?mamma?, fyrr enn málið er nátt; kettlingarnir skulu innaftur til kettuna, har teir eru tryggir og ikki ganga úti og vála?
Myndin er fitt, tí hetta er ikki vanligur máti at bera kettlingar. Men hvussu skuldi ein smádrongur av hesum árganginum borið teir øðrvísi; barnahendurnar eru smáar, og halin er jú góður at halda í, man hann halda!
Kettlingarnir eru fýra í tali; tann eini er gráur allur, sum hann er. Hann líkist einum ?trølli?, men er ógvuliga fittur.
Ynskir onkur sær ein kettling, kann ringjast á Sosialin í Eysturoy, tlf. 447820 ella á fartlf. 225429.
Enn hava teir allir hala; hann hevur lítli Kristian ikki slitið úr teimum, og enn eru teir allir á lívi.