##med2##
Hevur tú lýsingaforðandi forrit? Sendingar frá FM1 hoyrast bert á in.fo um tey forritini vera sligin frá.
Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini:
VÍF - H71 Leygardagin klokkan 13.30 (beinleiðis á FM1)
H71 - Kyndil (menn) Leygardagin klokkan 16.00 (beinleiðis á FM1)
Fyri triðju ferð í søguni bresta H71 og Kyndil saman í eini steypafinalu, og higartil stendur innanhýsis roknskapurin á jøvnum.
Í 1998 vann mansliðið hjá H71 sítt fyrsta steyp í søguni, tá ið tað eydnaðist at basa Kyndli við úrslitinum 23-20.
20 ár seinni, í 2018, hittust liðini aftur í steypafinaluni. H71 hevði vunnið tvær tær seinastu steypafinalurnar, men Kyndilsverjan - og Jan Pauli Toft Johannesen tóku pippið frá H71-áleyparunum, sum so kundu iðra seg um, at tað ikki eydnast at endurvinna steypakappingina.
Niðanfyri myndina í greinini ber til at hoyra ein langan samandrátt av beinleiðis frásøginini hjá Tróndi Arge av steypasigrinum hjá Kyndli í 2018.
(Riggar ikki við lýsingaforðandi forritum)