Tvey ár afturat: Cieslewicz heldur fram í B36

Lukasz Cieslewicz, sum hevur átt virknan lut í framúr úrslitunum hjá B36 í ár, fer ætlandi eisini at spæla við felagnum næstu tvey árini. Pólski framherjin hevur skrivað undir sáttmála, sum bindir hann at B36 til 2013.

 

Sámal Ímundarsson, formaður í B36, sigur við heimasíðu felagsins, at nevndin er sera fegin um sáttmálan.

 

- Tað er ein týðandi partur av arbeiði okkara kring besta liðið, at sáttmálar verða gjørdir fyri fleiri ár. Hetta er ein fortreyt fyri at tryggja stabilitet í arbeiði okkara, og tí fegnast vit um, at vit hava skrivað undir nýggjan sáttmála við Lukasz, sigur hann við b36.fo.

 

Lukasz Cieslewicz, sum skifti úr Hvidovre til B36 í vetur, hevur skotið 11 mál í 15 dystum higartil.