Í dag kunngjørdi altjóða fótbóltssamgongan, FIFA landsliðs-styrkislistan, og talan er um eina lítla afturgongd hjá føroyska A-landsliðnum.
Sambært FIFA Rankings eru Føroyar nummar 97 av teimum 211 fótbóltslandsliðunum, sum eru limir hjá altjóða fótbóltssamgonguni.
Vit eru farin tvey pláss aftur í mun til undanfarna styrkislista, sum var almannakunngjørdur í desember. Føroyar hava 364 stig á FIFA styrkislistanum.
Landsliðið sum hevur havt størst framgongd í mun til seinastu uppgerð er Kuwait. Kuwait er farið frá nummar 189 til nummar 174 á FIFA styrkislistanum. Belize hevur havt størst afturgongd í mun til seinasta FIFA styrkislistan. Belize er farið frá nummar 158 til nummar 171 á FIFA styrkislistanum.
Finnland er nummar 68, Noreg er nummar 58, Ísland er nummar 20, Svøríki er nummar 18, og Danmark er nummar 12, og er fremsta norðurlandið á FIFA styrkislistanum.
Topp 10 londini á FIFA styrkislistanum eru hesi. Tey hava øll hildið sínar plasseringar í mun til seinasta styrkislista:
(1) (1) Týskland 1602, 2) (2) Brasil 1483, 3) (3) Portugal 1358, 4) (4) Argentina 1348, 5) (5) Belgia 1325, 6) (6) Spania 1231, 7) (7) Póland 1209, 8) (8) Sveis 1190, 9) (9) Frakland 1183, 10) (10) Chile 1147.