Í morgun hevur løgreglan fingið boð um tvey ógvuslig ferðsuóhapp, sum hendi við stuttum billumbili á Streymoynni.
Í tí fyrra førinum fekk løgreglan boðini klokkan 8.40 um at ein bussu hjá Bygdaleiðum hevði rent upp í reyvina á einum lítlum lastbili hjá Landsverki, sum stóð stillur á vegnum.
Hetta var á landsvegnum við Hósvík og einsmalli maðurin í bilinum hjá Landsverki fekk ilt av stoytinum.
Tískil vóru bæði sjúkrabilur, løgregla og sløkkiliðið boðsend og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsi til kanningar.
Løgreglan sigur, at eini 10 ferðafólk vóru í bussinum hjá Bygdaleiðum. Men tá ið løgreglan kom á staðið, vóru øll farin avstað, uttan tvey.
Løgreglan sigur, at hetta er óheppið, tí tey eru vitni í málinum og heitt verður tí á tey um at venda sær til løgregluna.
Løgreglan veit ikki, hví bilførarin á bussinum rendi upp í reyvina á bilinum hjá Landsverki, men tað er nettupp hetta, løgreglan nú roynir at fáa greiði á.
Bilarnir fingu annars ikki størri skaða enn so, enn at teir báðir kundu koyra av staðnum.
Sutt eftir rendu tveir bilar saman í Kollafirði. Annar bilurin varð slongdur einar fimm metrar oman av vegnum, men hin varð standandi. Løgreglan sigur, at í fyrstu atløgu sá ikki út til, at nakar mannskaði var.