Tvey nýggj í nevndini hjá MBF

Leila Solmunde og Lea Wolles eru nývaldar í nevndini hjá MBF, sum hevði aðalfund leygardagin

Á aðalfundinum hjá Meginfelag teirra brekaðu leygardagin var nevndarval á skránni. Marjun Sigurðsdóttir tók ikki við afturvali til formanssessin, og í hennara stað er Leila Solmunde vald.
Nærum øll starvsnevndin varð afturvald á aðalfundinum. Randfríð Sørensen, Hildibjørg Weihe og Annika Højgaard vórðu allar afturvaldar, meðan Lea Wolles er nýggj í nevndini.
Starvnevndin hevur ikki skipað seg enn, men av MBF verður sagt, at hon skipar seg í næstum.