Í september 2009 blivu tvey nýggj fiskasløg fingin undir Føroyum. Við hesum báðum er talið av skrásettum fiskasløgum undir Føroyum nú oman fyri 240. Á heimasíðu sínari skrivar Havstovan, at hitabroytingin kundi verið ein av orsøkunum, tí sjógvurin við Føroyar er hitnaður umleið 1˚C seinastu árini, og tað ger ivaleyst, at onkur fiskasløg sum livað sunnanfyri okkum, hava lyndi at flyta seg norðuryvir. Men broytingar hava altíð verið í náttúruni og orsøkirnar til at nýggj fiskasløg eru at síggja kunnu vera fleiri, eitt nú at skipini eru fleiri og størri, tey fiska effektivari, tey royna á leiðum har fyrr lítil ella eingin roynd var.
Havrannsóknarskipið Magnus Heinason fekk tann 17. september 2009 ein, her um leiðir, sjáldsaman fisk í trolið norður av Ytrabanka. Kanningin av hesum fiski vísti, at hetta var ein fiskur við latínska navninum Polymetme corythaeola, sum hoyrir til fiskahópin ?Ljósfiskar? (Stomiformes). Fiskurin hevur fingið navnið glæmufiskur havandi í huga tey mongu ljósførini hann hevur niðast á síðunum. Hetta fiskaslagið er ikki fingið við Føroyar fyrr, og hann er tí nú skrásettur at vera fingin her. Í Atlantshavinum er hann higartil fingin norður móti Biscayavíkini og Porcupinebanka, ið liggur í ein útsynning úr Írlandi. Glæmufiskur er eisini í Kyrrahavinum. Hann livir á dýpum frá 165 til 800 metrar og verður upp til 26 cm í longd. Hesin, sum Magnus Heinason fekk, var 19 cm og vigaði 27 gramm. Hetta er ikki fiskaslag, sum verður brúkt til matna.
Trolarin Niels Pauli úr Hvalba fekk tann 2. september 2009 eitt fiskaslag, sum manningin ikki rættiliga kendist við. Teir vóru staddir suður av Wyville-Thomsonrygginum.
Á Havstovuni bleiv fiskurin so kannaður, og úrslitið er, at hetta er ein hattonbrosma, á latíni Cataetyx laticeps og hann hoyrir til fiskahópin ?Bendlafiskar? (Ophidiiformes). Hetta fiskaslagið er ikki fyrr skrásett at vera fingið við Føroyar, men navnið hattonbrosma hevur fiskurin fingið fyrr, tí føroysk skip hava verið varug við hetta fiskaslagið suðuri á Hattonbanka. Annars kann sigast um hattonbrosmu, at hon livir á dýpum frá 500 niður á 2400 metrar, frá Íslandi, Hattonbanka, bretsku oyggjunum og Asoroyggjunum suður til Suðurafrika. Hon er eisini í vestara parti av Miðjarðarhavinum, í Meksikoflógvanum og í hellingunum við New Foundland. Hon verður upp til 85 cm og hendan hjá Niels Paula var 76 cm og vigaði 4195 gramm rund vekt. Hattonbrosma hevur ongan vinnuligan týdning.